Site hosted by Angelfire.com: Build your free website today!
Rytmiska kórið í Hoydølum

Høvuðssíða | Hvat hendir? | Hvør er í kórinum? | Nevndin | Leinkjur | Leita

Ein venjing í kórinum

Rytmiska Kórið venur eitt fæst tíðspunkt um vikuna. Hetta tíðspunktið er fyri tíðina sett til hóskvøld klokkan hálvgun átta.

Ein vanlig, miðal, nothing out of the ordinary venjing gongur fyri seg nøkunlunda júst soleiðis her: nakrar minuttir áðrenn hálvgunn átta kemur Zacharias at lata upp so næmingarnir ikki koma á læstar dyr, antin við bili ella við súkklu, alt eftir um konan skal brúka bilin ella ikki. Kanska Hans Olivur kemur áðrenn hálvgun átta, men tað er slettis ikki sikkurt. Hann veit at hann kann líta á Zacharias.

Klokkan blívur hálvgun átta og so byrja næmingarnir so smátt at koma. Kanska onkur longu er komin, tí at bussurin úr miðbýnum í Hoydalar skal eitast at steðga við Læknahúsini á Hvítanesvegnum klokkan fimm minuttir í hálvgun átta, men hann er ikki so álítandi.
Klokkan gerst fimm minuttir yvir hálvgun átta og nú ber til at síggja um hetta verður ein av teimum venjingunum, har nógv fleiri konufólk ella mannfólk eru. Ella um tað kanska er ein av teimum óvanligu venjingunum, har tað er ein passalig blanding av báum tveimum.

Kom og síggj! Nógvar myndir. Tíverri eru ongar pornomyndir av Hans Olivur enn...

Beint áðrenn upphitingin byrjar, biðjur Zacharias onkran, øðiliga oftani ein veteran, um at fara at bryggja kaffi. So verður farið at hita upp. Og so verður sungið í ein tíma ella so.
Myndir! Nógvar myndir!

So er tað kaffi- og roykipausan. Hon er ein týdningarmikil partur av venjingini. Tað er í kaffipausini at tey flestu felagsáhugamálini hjá kórinum verða viðgjørd aftan á at hava verið viðgjørd í nevndini. Og so er tað eisini ein møðuleiki at mingla. Kristianna plagar at gera tað, at hon fer eitt lítið sindur áðrenn pausan byrjar, so hon er sikkur upp á at fáa eitt sindur av kaffi, tí tað meira enn so kemur fyri at tað ikki er nokk av kaffi til øll.

Tey, sum roykja fara so út á trappuna ella uttanfyri úthurðina í evningstovuni, tey kaffidrekkandi plaga at samlast í evningstovuni tí at tað er har kaffimaskinan er, at pumpa royk niður í seg.

Onkur er, sum hvørki roykir ella drekkur kaffi og hesi hanga so whereever í kaffi- og roykipausuni. Hans Olivur er eitt ev hesum menniskjum. Hann roykir ikki og drekkur ikki kaffi. Hann drekkur þe. Men tað, sum hann ikki veit er tað at þe er øðiliga ringt fyri tennirnar og at um man bara drekkur kaffi, so er man slettis ikki líka nógv útsettur fyri tannsteinum, sum man hevði verið, um man nú drakk eitt sindur av þei.
Aftaná kaffi og royk verður sungið aftur til eitt stað ímillum klokkan hálvgun tíggju og klokkan tíggju. Og av tí at "man" skal í skúla morgunin eftir, verður farið til hús at sova. Men annars verður farið oman í býin at vitja Nemus.

Kom og síggj ta persónligur fílina hjá Hans Olivur.
Hans Olivur tvætlar býtt á klaverinum.

Jógvan Jacobsen skrivaði

Hevur tú okkurt hugskot til hvussu síðan kann forbetrast? Meyla endiliga til mín.


Høvuðssíða | Hvat hendir? | Hvør er í kórinum? | Nevndin | Leinkjur | Leita