Site hosted by Angelfire.com: Build your free website today!
Rytmiska kórið í Hoydølum

Høvuðssíða | Hvat hendir? | Hvør er í kórinum? | Nevndin | Leinkjur | Leita

Hárkonsertin

í Norðurlandahúsinum

Rytmiska kórið í Hoydølum setir sær á hvørjum (skúla)-ári eitt mál at náa. Í skúlaárinum 1999-2000 heðvi Rytmiska kórið eisini eitt slíkt mál.

25. mars, eitt leygarkvøld, skipaði Rytmiska kórið, saman við Studentasúlakórinum á Kambsdali, Jóhannu av Steinum og Christinu Elisabeth Mørkøre (soloduett), 9 dansarinnum, Tangz og Lítla kóri í Hoydølum við bigbandi fyri einari væleydnaðari konsert.

Øll konsertin, sum hon var hevði ikki nakað yvirornað tema, av tí at so nógvir ymiskir luttakarar vóru, sum vildu sleppa at velja frítt, hvat skuldi frammførast. Men tað seinasta punktið á skránni, og eisini tað, sum legði navn til kvøldið, vóru útvaldir sangir úr víðagitna sangleikinum Hair. Við í Hair-partinum av konsertini vóru: Tangz spældu undir, 9 dansarinnur dansaðu til, Jóhanna av Steinum og Christina Elisabeth Mørkøre frammførdu nakrar solosangir og síðst, men í hvussu so er ikki minst var Rytmiska kórið í Hoydølum.

Offisiella Hairsíðan
Tað var faktiskt útselt!

Áhugin var stórur

Áhugin vísti seg at vera størri enn væntað. Stóri salurin í Norðurlandahúsinum fyltist upp, og av tí at konsertin var kroyst inn í eitt aktivt tíðarskeið í Norðurlandahúsinum, var ikki møðuleiki at hava eina eykakonsert beinanvegin. Eykakonsert var nakrar vikur seinni, men tá var ikki heilt líka nógv á skránni.

Ársrit Studentaskúlans

:

Á síðu 109 undir Leygardegnum 25. mars stendur hetta um Hárkonsertina á sinni:

Hetta kvøldið var stórfingin sokallað Hár-konsert í Norðurlanda-húsinum. Luttakarar vóru bæði av Studentaskúlanum á Kambsdali og úr Hoydølum. Studentaskúlakórið av Kambsdali sang við klaverundirspæli frá Hans Poulsen og Jens Thomsen á bassi, og Margretha Højgaard sang eisini eina solo. Lítla Kórið í Hoydølum sang við undirspæli frá Tangz og 12 blásarum. Duet, mannað av Johannu av Steinum og Christinu Elisabeth Mørkøre, sang tveir sangir, og at enda framførdu Rytmiska Kórið í Hoydølum, dansarar, 6 blásarar og Tangz burtur úr sangleikinum Hair. Elin Michelsen umboðaði Dimmalætting á konsertini, og hon tekur soleiðis til um undirtøkuna av hesari framførðslu í Krydd 29. mars 2000: Og ikki kann sigast annað enn at populert var, tí at stóri salurin í húsinum var proppfullur av fólki, sum vildu sleppa at hoyra hippietónleik. Flestu teirra vóru komin úr studentaskúlanum fyri at lurta eftir floksfelagum sínum, men eisini var pláss fyri mammum, pápum og restini av familjuni. Blaðkvinnan tosaði við solistin Christinu Elisabeth, ið helt, at tað besta við konsertini var, at alt var so gjøgnumført, líka frá tónleiki til dansarar og klæðir. Hon sigur at Øll høvdu gjørt sær stóran ómak við at lata seg í, so tað hóskaði til andan í tónleikinum, og tað haldi eg gav allari konsertini nakað eyka, sum gjørdi hana enn betri .

Sangirnir

Hesir eru sangirnir, úr sangleikinum Hair, sum vóru frammførdir í Norðurlandahúsinum 25 mars:

Hairplakatin, sum Herfinn Árnafjall hevur gjørt. Er tað ikki ótrúligt, sum hann dugur væl at gera plakatir? Zacharias var heldur ongantíð í iva um hvør skuldi gera plakatuna. Hann visti at Herfinn var tað rætta valið. Yes Sir! Aquarius
Sodomy
Manchester
Hare Krishna
Party Music
Hair
Easy To Be Hard
Good Morning Starshine
The Flesh Failures / Let The Sunshine In

Høvuðssíða | Hvat hendir? | Hvør er í kórinum? | Nevndin | Leinkjur | Leita