Site hosted by Angelfire.com: Build your free website today!

Politikkurin

Til komandi, ella næsta løtingsval aftur, ætla vit at stilla upp, fyri at koma víðari við verkætlanini.

Endamálið við verkætlanini er at gera heimin "perfektan", men tað málið verður neyvan rokki enn, orsaka av øllum reyvarholunum, ið sita á valdinum í løtuni. Lesið víðari á hesi síðuni, fyri at hoyra hvussu frístaðurin (og seinni Føroyar, og enn seinni, Heimurin) skal vera.



Tit kunnu siga at okkara ætlan byggur á hippie-hugsjónir, og tað halda vit ikki verða nakran trupulleika.

Okkara høvuðshugsjón:


Vit eru í høvuðsheitum fyri kærleika og ímóti haturi. Hóast vit onkuntíð mugu viðganga at hata nøkur fólk, ið gera heimin verri, so er tað bara gerðir teirra vit hata. (Basically, so er tað kristindómur uttan alt bullshittið)

Vit eru fyri at vandaleys rúsevni (fyrst og fremst cannabis) skulu gerast lóglig, og serkøn skulu hava ræði á teimum, og selja tey, soleiðis at vit fáa minka misbrúki av rúsevnum.
Vit eru ímóti drápsvopnum. Punktum. Ein "perfektur" heimur er ein heimur uttan kríggj, so øll framleiðsla av, fyrst og fremst, fullautomatiskum hándvápnum og bumbum skal steðgast, og seinni skulu øll vápn, ið verða framleidd til at beinleiðis drepa menniskur skulu fyribeinast.
Tá so heimurin ikki brúkar pengar uppá kríggj, so taka vit teir pengarnar, ið verða spardir, og geva hvørjum einasta menniskja á jørðini rímilig liviðkor.
At enda liva vit lukkuliga í allar dagar. eru vit í himmiríkið.

Nøkur av okkara sjónarmiðum vera rættiliga væl greidd frá í hesum filmbrotinum:



Í fyrstu atløgu eru hesi okkara endamál

royn at klikkja á punktini fyri at lesa meira um hvat vit ætla. Men umberði okkum fyri at tey flestu punktini ikki eru liðugt orðaðið, so at tit ikki fáa klikkt á tey enn.